Hoppa yfir valmynd

Samskifti millum Íslands og Føroya


Eingin tjóð er so nær skyld Íslendingum sum hin føroyska. Mál, mentan og søga íslendinga og føroyinga eru samantvinnað, og tætt samband hevur verið tjóðanna millum á flestum økjum, ikki minst innan mentan og vinnu. Vinalagið er sjáldsama gott og inniligt, og tað fingu íslendingar m.a. at kenna heystið 2008, tá ið føroyingar rættu bróðurhond á lagnustund til tess at styrkja gjaldoyrisgoymslu Íslands.

Viðskifti

Føroyar hava leingi verið týdningarmikil marknaður fyri íslendskar vørur, og útflutningurin til Føroya var 3,4 milliardir íslendskar krónur árið 2008. Góðir møguleikar skuldu verið fyri at økt útflutningin av báði vørum og tænastum.

Knappliga fimmtitúsund fólk búgva í Føroyum. Tískil eru Føroyar ein marknaður, sum er áhugaverdur, samstundis sum hann í stødd hóskar væl til íslendskar fyritøkur. Ferðasambandið millum landanna er gott. Eimskip og Samskip sigla regluliga til týdningarmestu havnir í Føroyum. Norrøna siglir mestsum alt árið úr Tórshavn til Seyðisfjarðar og aftur. Regluligt flogsamband er landanna millum, og er tað úrslit av samvinnu millum Flugfélags Íslands og Atlantsflog (Atlantic Airways). Við ferðafólkaflogførunum hjá Atlantsflog tekur tað bara ein góðan tíma at flúgva úr Reykjavík til Føroya og øvut.

Fyri uml. trimum árum síðan byrjaði nýtt tíðarskeið í samskiftinum millum Føroya og Íslands: Hoyvíkarsáttmálin, sum er fríhandilssáttmáli, tók gildi, Aðalkonsulát Íslands læt upp í Tórshavn og somuleiðis Sendistova Føroya í Reykjavík.

Fleiri ásetingar í Hoyvíkarsáttmálanum eru gjørdar við EBS-sáttmálanum sum fyrimynd. Hoyvíkarsáttmálin er hin mest víðfevndi viðskiftasáttmáli, sum Ísland hevur gjørt. Hann fevnir um vøruviðskifti, tænastuviðskifti, frælsi einstaklinga at ferðast og búsetast, kapitalflutning og íløgur, kapping, vinnustuðul og innkeyp hins almenna. Grundarlagið undir sáttmálanum er javnrættur, og hann setur bann fyri at gera mismun. Sáttmálanin ásetur, at fullur fríhandil skal verða við landbúnaðarvørum, og er tað fyrstu ferð, at Ísland loyvir tí. Í mong ár hava Føroyar verið týdningarmikil marknaður fyri íslendskt lambskjøt. Føroyingar eru sostatt kunnugir við góðskuna á íslendskari landbúnaðarvøru og høvdu óivað fegnast, um úrvalið varð meira fjølbroytt og framboðið størri enn nú.

Útflutningurin til Føroya er rættiliga stórur, sum áður nevnt, og var hann í 2008 3,4 milliardir í íslendskum krónum. Uml. fjórðingur var fiskur, sum landaður var í Føroyum til bræðingar. Mesti parturin av útflutninginum umframt hetta er útbúnaður og aðrar vørur til fiskivinnuna, byggitilfar og lambskjøt. Havast skal í huga, at í handlunum eru at kalla ongar íslendskar vørur umframt fryst lambskjøt, turran fisk og nøkur sløg av ávakstagreyti og góðgæti. Nýtsluvørumarkaðurin í Føroyum er við øðrum orðum at meta sum ópløgdur akur fyri íslendskar útflytarar.

Verður evropiska matvørulóggávan sett í gildi í Íslandi, er frítt at flyta mjólkarúrdráttir og aðrar landbúnaðarvørur til Føroya. Royndin, sum gjørd var árið 2008, at selja skyr og aðrar mjólkarvørur til Føroya miseydnaðist, tí kostnaðurin fyri at at flyta vørurnar til og frá marknaeftirlitsstøð og at fáa tær avgreiddar har, var so høgur. Við evropisku matvørulógávuni hvørvur hesin kostnaður.

Viðvíkjandi tænastuveiting er at siga, at tá ið fiskivinna ikki er íroknað, hava íslendskar fyritøkur ikki nógv viðskifti við Føroyar.

Áhugin hjá íslendskum byggifyritøkum fyri Føroyum er vaksandi, og alt fleiri sjálvstarvandi handverkarar eru komnir til Føroya at arbeiða seinastu mánaðirnar.

Onnur samvinna

Í Hoyvíkarsáttmálanum er ásett, at partarnir eiga at eggja til og økja samstarvið um mentan, orku, umhvørvi, heilsu, fjarskifti og ferðavinnu.

Tað hevur verið umrøtt at gera serstakan sáttmála um samstarv á heilsuøkinum. Heilsumyndugleikarnir í Føroyum eru sinnaðir at senda nógv fleiri sjúklingar til Íslands til viðgerðar og at fáa íslendskar læknar at koma til Føroya ásetta tíð at fremja viðgerðir, sum annars fara fram í Danmørk. Vert er eisini at nevna, at føroyingar í hópatali fyri egna rokning leita sær til Íslands at fáa lasaraviðgerð hjá eygnalækna. Íslendingar umhugsa at keypa heilvág úr Føroyum.

Heystið 2007 var undirritaður samstarvssáttmáli millum Íslands, Føroya og Grønlands um útbúgving, mentan og gransking. Í apríl 2009 var skrivað undir samstarvssáttmála millum Háskóla Íslands og Fróðskaparseturs Føroya. Í sáttmálanum verður m.a. ásett, at partarnir skulu royna at fáa fleiri føroyskar studentar at lesa við H. Í.

Tað gongur væl hjá føroyskum ferðaskrivstovum at selja ferðir til Íslands. Víst verður á, at lága virðið á íslendsku krónuni ger, at nú loysir tað seg hjá føroyingum at fara til Íslands, eittnú at keypa. Ferðafólkatalið úr Føroyum til Íslands er tí nógv vaksið seinastu tíðina, men stórir møguleikar tykjast vera fyri at økja um hugin hjá føroyingum og íslendingum at ferðast hjá hvørjum øðrum.

Fiskiveiðisáttmáli

Fiskveiðisáttmálin millum Íslands og Føroya verður endurnýggjaður á hvørjum ári. Sambært núgaldandi sáttmála fingu føroysk skip loyvi til at fiska 30 túsund tons av lodnu við Ísland vertíðina 2009/2010. Loyvi føroyinga at fiska lodnu við Ísland gongur aftur til búskaparkreppuna í Føroyum fyrst í 90-árum og er endurgjaldsleyst.

Føroysk skip hava loyvi til at fiska 5.600 tons av botnfiski um árið sambært núgaldandi sáttmála. Íslendsk skip hava afturfyri loyvi til at veiða 2.000 tons av Hetlandssild við Føroyar og 1.300 tons av makreli.

Eisini er semja um, at tjóðirnar hava loyvi til at fiska svartkjaft og norðhavssild sild í sjóøkinum hjá hvørjari aðrari.

Contact us

Tip / Query
Spam
Please answer in numerics